Bloggur

Byrjanarpakki til heimasíðu

Vit hava ment ein byrjanarpakka til tína heimasíðu. Byrjanarpakkin er ein serprísur til tín, sum ikki setir stór krøv til heimasíðuna. Tað er ómakaleyst at umsita síðuna. Vit geva tær enntá neyðuga upplæring, so tú sleppur skjótari í gongd.

Byrjanarpakkin er ein heimasíðuloysn, sum er væl hóskandi til heimasíðu við grundleggjandi kunning um títt virksemi. Økist tørvurin, kann heimasíðan byggjast út við fleiri hentleikum. Ongin umlegging er neyðug og tilfarið fer ikki fyri skeytið.

Hetta ber til, tí vit í fleiri ár hava arbeitt við stórum heimasíðuloysnum, fyri nøkrum av mest spennandi feløgum í Føroyum. Tað hevur givið okkum teir førleikar, sum skulu til, fyri at veita tær ta góðu loysnina.

Hvat er við í byrjanarpakkanum?

Sniðið á heimasíðuni verður tillagað til tín grafiska samleika, við litum, fonti og búmerki. Tá heimasíðan er klár, veita vit undirvísing í umsiting av heimasíðuni, soleiðis at tú dugir at leggja tilfarið inn og halda heimasíðuna viðlíka.

Vit taka okkum av hýsing og øllum tí tekniska. Harafturat dagføra vit heimasíðuskipanina og tryggja, at heimasíðan koyrir, sum hon skal. Vit taka trygdaravrit dagliga, so tær nýtist einans at hugsa, hvat skal vera á heimasíðuni.

Royn byrjanarpakkan her

Vit hava sniðgivið trý dømi um heimasíðusnið, sum tú kanst síggja og royna niðanfyri. Byrjanarpakkin virkar á bæði fartelefon, teldli og stórskíggja.

Kostnaður

Kostnaðurin fyri byrjanarpakkan er einans kr. 22.500 u/MVG. Harafturat kemur mánaðarligt hýsingargjald.

Heimasíðupakkin inniheldur

Bílegg heimasíðupakkan

Ring til okkum um tú hevur spurningar, ella ert áhugað(ur) í heimasíðupakkanum. Vit hjálpa fegin.

Ring 204020

Send okkum ein fyrispurning