Bloggur
Heimasíðuhýsing hjá Lunnum
Lunnar hýsir nakrar av mest vitjaðu heimasíðunum á føroyskum. Vit hýsa eisini útlendskum kundum. Vit stremba eftir, at hýsingin er so góð og trygg, sum gjørligt, og gjøgnumganga leypandi loysnirnar hjá okkum til tess at tryggja, at vit veita ta bestu og tryggastu tænastuna.
Vit hava valt at leggja dent á hýsing av heimasíðum gjørdar í WordPress, men vit hýsa eisini øðrum síðum og loysnum.
SMS samtakið flutt heimasíður til Lunnar
SMS samtakið valdi at flyta heimasíðurnar sms.fo og bonus.fo til Lunnar. Flytingin gekk bæði skjótt og væl.
Vit hava valt, at seta orð á nakrar fortreytir fyri góða hýsing niðanfyri.
Ferð
Heimasíður skulu arbeiða og svara skjótt. Kanningar hjá Google vísa, at ein svartíð uppá 2 sekund er ov nógv. Tað kann hava stórar avleiðingar, um svartíðin á heimasíðuni er ov long. Ein eigur altíð at miðja eftir at hava lága svartíð.
Google raðfesting
Heimasíður við longum svartíðum, verða revsaðar av Google, sum merkir, at tær fáa eina lægri raðfesting og harvið gerast torførari at finna á Google. Við optimering av heimasíðuni og servarunum, kunnu flestu heimasíður fáa eina nøktandi svartíð, sum er minni enn tvey sekund.
Kundin rýmir
Svarar heimasíðan seint, førir tað ofta til, at kundin ótolnast og missir áhugan. Kundin leitar tí aðrastaðni eftir tilfari. Hetta kann føra til, at tú missir kundan og inntøku. Tú hevur betri møguleikar at selja tínar tænastur, um heimasíðan hevur nøktandi svartíð.
Cache
Vit hava tikið caching í nýtslu í okkara hýsingarumhvørvi. Cache er ein lítil goymsla, sum verður nýtt til tilfar, sum verða heintað ofta, men sum ikki broytast ofta. Tað er skjótari at heinta tilfar úr cache, enn beinleiðis frá databasanum.
Ofta verða myndir goymdar í cache, men kota og annað tilfar kunnu eisini goymast. Cache kann gera, at heimasíðan svarar umleið 10x ferðir skjótari.
Fysiska staðsetingin av cacheinum hevur eisini týdning, tí heimasíðan skal ferðast umvegis kaðlar, servarar, switcher og aðra útgerð, og tí hevur tað týdning, at leiðin at ferðast er so stutt sum gjørligt. Okkara cache er staðsettur í Bretlandi og hevur eina svartíð uppá nøkur millisekund.
Trygd
Trygd er helst tann mest umráðandi økið, tá tað kemur til hýsing. Vit leggja stóran dent á, at hýsingarumhvørvið er trygt, og at heimasíðan er dagførd, soleiðis at teldusníkar og óviðkomandi ikki fáa atgongd til títt tilfar. Vit ansa eftir tínari heimasíðu alt samdøgrið.
Flestu álop á heimasíður í dag eru sonevnd malware. Malware eru skaðilig forrit, sum verða løgd á heimasíðuna, og sum kann gera skaða, t.d. heinta, strika og rætta tilfar. Malware kann eisini senda teldupostar frá tínari heimasíðu, sum kann verða nýtt til phising-álop.
Er tín heimasíða tryggjað í móti álopum?
Trygdaravrit
Tín heimasíða hevur eina rúgvu av tilfari, sum er virðismikið. Tú hevur óivað myndir, filmar, tekst og annað, sum tú hevur brúkt nógva tíð uppá at framleiða.
Okkara hýsingarumhvørvið hevur innbygda skipan til trygdaravrit, sum tekur trygdaravrit eina ferð um samdøgrið. Trygdaravritið verður goymt í 30 dagar, sum merkir at tú hevur kanst heinta tilfar ein heilan mánaða aftur.
Um illa vil til, tekur tað bert fáar minuttir at endurskapa tilfar.
Les meira um trygdaravrit av heimasíðum
Atskilnaður
Heimasíðurnar hjá okkum koyra á tveimum umhvørvinum: rakstur og staging. Almenna heimasíðan liggur á rakstrar-umhvørvinum, meðan menning og rættingar fara fram á staging-umhvørvinum, sum ikki er alment. Bæði umhvørvini eru eins væl vard og hava somu ferð og uppitíð.
Skulu rættingar gerast á heimasíðuni, verður eitt avrit av rakstrar-umhvørvinum lagt á staging-umhvørvið. Hetta gevur møguleika fyri, at arbeiða ótarnað, uttan at almenna síðan verður ávirkað.
Tá arbeiðið á staging-umhvørvinum er liðugt, verður úrslitið flutt á rakstrar-umhvørvið og er harvið alment.
Upptíð
Okkara hýsingarumhvørvi hevur eina uppitíð uppá 99,9%, sum merkir, at heimasíðan er tøk næstan alt árið og næstan alt samdøgrið. Høvuðsorsøkin til, at heimasíðan ikki er tøk 100% av tíðini er tí, at servararnir skulu dagførast, og hetta verður oftast gjørt um náttina.
Hvussu flyti eg heimasíðuna til Lunnar?
Vit ynskja at gera tað so lætt og ómakaleyst, sum gjørligt, at flyta tína heimasíðu til okkum. Vit flyta alt tilfar til okkara hýsingarumhvørvi, og siga tær frá, tá síðan er klár at nýta. Hetta ávirkar ikki ta almennu síðuna og tínir kundar merkja onki, meðan flutt verður.
Tá heimasíðan er flutt, gera vit eina trygdarkanning, har vit kanna eftir, um malware ella annað skaðiligt forrit er á heimasíðuni. Hetta verður ruddað út, áðrenn heimasíðan verður almenn.
Vit gjøgnumganga tey plugins, sum eru á heimasíðuni, og tryggja, at hesi eru dagførd.
Tú skalt einans geva okkum FTP-atgongd til heimasíðuna, atgongd til databasan og atgongd til økisnavnið.
Hevur tú spurningar ella ivamál, so ert tú vælkomin at ringja 204020 ella skriva til okkum á [email protected]