Starvslýsing

Frontend mennari

Starvið

Vit hava nógv at gera og mangla ein frontend mennara. Vit sniðgeva og menna appir, skipanir og heimasíður. Um tú dugir at gera snið til kotu, er tað tær, vit leita eftir.

Vit eru serfrøðingar í WordPress og heimasíðurnar verða implementeraðar í WordPress. Hetta læra vit teg, sjálvandi. Vit arbeiða eisini við NestJS, Ionic, Laravel og aðrari tøkni og frameworks, sum tú sleppur at royna teg í, um tú hevur hug og hegni til tað.

Vit bjóða

Vit bjóða tær góðar arbeiðsumstøður. Tú fært øll neyðug amboð, sum teldu, telefon og oyramikrofonir. Vit hugna okkum eisini og eta úti ein dag um vikuna. Uppgávurnar, sum tú skalt loysa, eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Vit eru rættiliga óhátíðarligir og tað er stutt frá tanka til avgerð.

Vit bjóða tær góðar treytir. Lønin verður avtalað okkara millum. Hon avspeglar tínar førleikar og verður kappingarfør.

Vit vita væl, at ongin dugir alt, og tí geva vit tær neyðuga upplæring í tínum arbeiði og neyðugu amboðunum.

Vit vænta

Tú ynskir at vera millum tey bestu og tú ert errin av einum væl úr hondum greiddum arbeiði.

Tú dugir væl HTML, CSS og Javascript. Vit brúka sjálvandi frameworks og onnur amboð, men hetta læra vit teg.

Tú hevur royndir ella útbúgving innan økið. Tú ert kanska við at útbúgva teg til KT-verkfrøðing, multimediedesigner, webudvikler, webintegrator ella líknandi. Útbúgving er tó ikki eitt krav.

Tú fylgir væl við og dugir at ogna tær nýggjar førleikar og at taka nýggja tøkni til tín.

Annað

Vit ynskja at seta rætta viðkomandi í starv skjótast gjørligt, men bíða fegnir eftir rætta viðkomandi. Ring til okkum og sig, at tú ert áhugað/ur í starvinum, so taka vit tað harfrá. Vit hava onga umsóknarfreist ásett.

Vit lova, at allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og við virðing. Vit svara øllum skjótt aftur.

Samrøður verða hildnar leypandi, til vit hava funnið ta røttu ella tann rætta.

Samband

Vit gleða okkum at frætta frá tær. Skriva til til Pól Andrias á pal@lunnar.fo ella ring til hann á 234021.

Um okkum

Lunnar varð sett á stovn í 2013, og vit hava skrivstovu í Saltangará. Okkara mál er at gera tær bestu heimasíðurnar, appurnar og skipanirnar í landinum. Vit eru eyðmjúkir um, at kundarnir hava valt okkum sum veitara, og vit eru ernir av teimum loysnunum, sum vit hava veitt okkara kundum.

Vit hava nógvar spennandi uppgávur fyri framman, og tí leita vit eftir einum frontendara, sum dugir væl HTML, CSS og Javascript.

Lunnar sp/f © 2021
Heiðavegur 21
600 Saltangará
+298 204020
hey@lunnar.fo
V-tal: 614351