Bloggur

Dagføring av heimasíðuskipan

Hví skal heimasíðan dagførast leypandi?

Tín heimasíða er títt andlit út í heimin. Tí er tað av stórum týdningi, at heimasíðan til eina og hvørja tíð svarar skjótt, og so ómakaleyst sum gjørligt. Ein dagførd heimasíða tryggjar júst hetta.

Í hesi grein vísa vit á týdningin av at hava eina dagførda heimasíðuskipan, ískoytisforrit, kotu og á fyrimunir og vansar við sjálvvirkandi dagføringum. 

Hendan grein snýr seg um dagføringar av tøknini á einari heimasíðu, og ikki av tilfarinum á heimasíðuni, so sum tekstir og myndir. 

Ein heimasíðuloysn, sum ikki verður leypandi dagførd, gerst meir og meir ótrygg við tíðini. Orsøkirnar til tað eru m.a.: 

  1. Sum tíðin líður verða trygdarhol funnin í sjálvari heimasíðuskipanini
  2. Nýggj tøkni kann gera tað møguligt at sleppa rundanum trygdina í stýriskipanini
  3. Teldusníkar hava alt ov góðar stundir

Dagføringar sum trygd og heintleikar

Dagføringar snúgva seg ikki bara um trygd. Tað snýr seg líka eisini um nýggjar møguleikar, hentleikar og ferð. Tá nýggir hentleikar gerst møguligir, gongur ikki leingi áðrenn heimasíðuloysnir taka hesar til sín. Um tú eisini tekur nýggju hentleikarnar til tín, vísur tú fyri tínum brúkarum, at tú ert frammaliga og ikki eftirbátur.

At dagføra eina heimasíðuskipan er í nógvum førum ikki ein einføld uppgáva. Tað kann gerast trupult um talan er um størri dagføringar, og tað kann vera tørvur á serkønari hjálp.

Tað er harafturat av týdningi, at trygdaravrit javnan verður tikið av heimasíðuni.

Heimasíðuhýsing

Fá heimasíðuhýsing frá Lunnar.

Ring 204020

Dagføring av heimasíðuskipan

Heimasíður í dag nýta næstan allar eina heimasíðuskipan (CMS). Hetta er tað forritið, sum tú nýtir at umsita innihaldið á síðuni, og ger tað møguligt hjá tær at leggja tilfar út. Her kann serliga nevnast WordPress, sum í verandi løtu verður nýtt á fleiri enn 40% av øllum heimasíðunum í heiminum.

Heimasíðuskipanin hevur til endamáls at hjálpa tær at leggja tilfar út á heimasíðuna, men hon hevur eisini til endamáls at tryggja, at óviðkomandi ikki sleppa framat tilfarinum og umsitingini av heimasíðuni.

Dagføringar av heimasíðuskipanini gera alla loysnina tryggari, kunnu lætta um umsitingina av tilfarinum og enntá gera heimasíðuna skjótari. Heimasíðan gerst skjótari við, at tær brúka nýggjari tøkni, strika gamla ótrygga keldukotu, og optimera verandi kotu. 

Er tín heimasíða tryggjað í móti álopum?

Góð ráð

1. Kanna eftir, at tú hevur nýggjastu útgávu av heimasíðuskipanini
2. Tak trygdaravrit javnan
3. Dagfør til nýggjastu útgávu
4. Kanna eftir, at alt riggar sum tað skal

Dagfør ískoytisforrit

Hóast dagføringar av tínari heimasíðuskipan eru av týdningi, eru dagføringar av tínum ískoytisforrit enn meiri týdningarmikið. Hetta kemst av, at dagføringar av stýrisskipanini eru gjørdar av teimum, sum framleiða stýrisskipanina, men ískoytisforrit eru oftast framleidd av onkrum øðrum, og fylgjast hesar dagføringarnar tískil ikki.

Tað kann vera, at tín heimasíða brúkar WordPress sum heimasíðuskipan, men hevur eina kalendarafunku sum eitt ískoytisforrit, ið er framleitt av triðjaparti. Tað er ikki nokk at einans dagføra heimasíðuskipanina, men kalendarin skal eisini dagførast. Hetta verður gjørt hvør sær. 

Góð ráð

1. Kanna eftir um tú hevur nýggjastu útgávu av øllum tínum ískoytisforritum
2. Tak trygdaravrit javnan
3. Dagfør til nýggjastu útgávu
4. Kanna eftir, at alt riggar sum tað skal

Heimasíðuhýsing

Fá heimasíðuhýsing frá Lunnar.

Ring 204020

Dagfør forritanarmál

Ein og hvør telduskipan er gjørd við kotu. Hendan kotan er bygd upp í einum forritanarmáli. Hetta forritanarmálið má eisini javnan dagførast. 

Er talan um eina WordPress heimasíðu, er loysnin framleidd í PHP. Fleiri enn 70% av øllum heimasíðum nýta PHP og dagføringar verða javnan framleiddar til PHP. Teirra framleiðsla er soleiðis háttað, at tá ein útgáva av forritanarmálinum er tvey ára gomul, verður hon ikki longur hildin viðlíka. Hetta er soleiðis hjá flest øllum forritanarmálum. 

Góð ráð

1. Kanna eftir, um tú hevur nýggjastu útgávuna av forritanarmálinum
2. Kanna eftir, um tín heimasíðuskipan og tíni ískoytisforrit stuðla undir nýggjastu útgávu av forritanarmálinum
3. Tak trygdaravrit javnan
4. Dagfør hýsingina til at brúka nýggjastu útgávu av forritanarmálinum
5. Kanna eftir, at alt riggar sum tað skal

Sjálvirkandi dagføring

Á nógvum loysnum ber til at tendra fyri sjálvvirkandi dagføring. Tað er sjáldan ein skeiv avgerð, men tú kanst koma út fyri, at nakrir partar av einari loysn hava serligan tørv. Her vísa vit á fyrimunir og vansar.

Fyrimunir

At ein heimasíðuloysn sjálvirkandi dagførir stýrisskipan og ískoytisforrit, sparir tær nógva tíð. Tað er ofta lætt at tendra og síðani sleppur tú undan at hugsa um trygdarhol og vansar. Næstu ferð tú innrita á umsitingina kann okkurt verða broytt, men hetta er altíð til tað betra. Tøknin flytir seg og sjálvirkandi dagføring ger, at tú flytir teg við, uttan at tað krevur meiri orku frá tær.

Vansar

Onkuntíð kann tað tó vera betri, at gera dagføringar við hond. Hetta er tí, at tað er kanska onkur dagføring, sum kann bera ein vansa, ella feil, við sær. Tað kann vera at teldusníkar hava fingið óndsinnað kotu við í eitt ískoytisforrit ella at tvey ískoytisforrit ikki longur arbeiða saman, við tí úrsliti, at heimasíðan ikki longur riggar, sum hon skal. 

Hevur tú illgruna um at okkurt ískoytisforrit ikki verður nógv nýtt, er helst best at dagføra hetta manuelt og samstundis tryggja at trygdaravrit er tikið, áðrenn dagføringin verður framd.

Góð ráð

Tryggja tær, at tú hevur sjálvirkandi trygdaravrit, helst dagliga, um tú ætlar at gera brúk av sjálvvirkandi dagføringum

Les meira um trygdaravrit av heimasíðum

Servitan

Vit á Lunnar hava tað neyðugu servitanina til at meta um, nær týdningarmiklar dagføringar skulu gerast og hvørjir partar av einari heimasíðuskipan kunnu dagførast sjálvirkandi og hvørjir helst skulu gerast manuelt. Hetta er ein sjálvsagdur partur av okkara hýsingarpakka. Okkara kundar sleppa undan at hugsa um dagføringar, tí í øllum okkara hýsingarloysnum eru dagføringar av stýrisskipan, ískoytisforritum og forritanarmálið við í loysnini.

Hevur tú spurningar ella ivamál, so ert tú vælkomin at ringja 204020 ella skriva til okkum á [email protected]