Bloggur

Trygdaravritan av heimasíðu

Tín heimasíða hevur eina rúgvu av tilfari, sum er virðismikið. Tú hevur óivað myndir, filmar, tekst og annað, sum tú hevur brúkt nógva tíð uppá at framleiða. Tað er ikki fyri at loypa óneyðugan ekka á teg, men tilfarið hjá tær kann blíva burtur av nógvum ymiskum orsøkum, og tí er týdningarmikið at hugsa um, hvussu tú verjir tilfarið hjá tær.

Tilfarið kann blíva burtur, um ein av ósketni strikar tilfarið. Hetta kunnu vera fólk, ið av røttum hava atgongd til skipanina. Onnur fólk kunnu av órøttum fáa atgongd til tilfarið, t.d. teldusníkar, og bæði strika og rætta tilfarið. Streymslit, vanlukkur og skaði á hardware kann eisini elva til, at tilfarið verður burtur.

Ein triðja orsøk, sum helst er størsta orsøkin til burturblivið tilfar, er malware. Malware kann verða lagt inn á heimasíðuna hjá tær umvegis staðfest trygdarhol í kotuni. Hetta verður t.d. gjørt við myndum, kotu ella við at útfylla ein form á heimasíðuni. Vit dagføra heimasíðurnar javnan, tá vit fáa at vita, at eitt trygdarhol er staðfest. Ongin fær tó vart seg 100% ímóti malware og tí er týdningarmikið, at trygdaravrit verður tikið av heimasíðuni hjá tær.

Tilfar kann blíva burtur av ósketni og ongin fær vart seg 100% ímóti teldusníkum og malware.

Tí hevur tað týdning at taka trygdaravrit av tilfarinum.

Trúboðin trupuleikar beint áðrenn LIVE-stream

Beint áðrenn, at stórmøtini hjá Heimamissiónini skulu skjótast í gongd, vóru trupulleikar við stroymisíðuni á heimasíðuni. Onkur var komin til, at strika innihaldið, og var ikki til at finna aftur.

Jákup Brúsá, sum er ein av umsitarunum hjá Trúboðanum, ringdi til Lunnar og boðaði frá trupulleikanum. Innan 10 minuttir var trygdaravritið tikið framm, og stroymingsíðan var endurstovnað við burturmista tilfarinum.

“Tá Trúboðin fekk trupuleikar áðrenn LIVE-stroymingina, loysti Lunnar trupulleikan innan fáar minuttir. Trygdaravritið kom sera væl við.”

Jákup Brúsá

Politikkur

Áðrenn farið verður undir at taka trygdaravrit, eigur tú at gera tær nøkur ting greið:

  • Hvussu leingi kann eg vera tilfarið fyri uttan?
  • Hvussu leingi skal tað taka at endurskapa tilfarið?

Hesi viðurskiftini verða á fakmáli nevnd RPO (recovery point object) og RTO (recovery time object). RPO er ofta títtleikin og goymslutíðarskeiðið á trygdaravritinum. RTO er ofta miðilin, tøkni, fjarstøða og annað, ið ávirkar tíðina at endurskapa trygdaravrit. Tað merkir í stuttum, at tú eigur at gera tær greitt, hvussu ofta trygdaravrit skal takast, t.d. hvønn tíma, dagliga, vikuliga, mánaðarliga og hvønn miðil og hvørja skipan tú skalt brúka til trygdaravritan.

Eisini eigur tú at taka støðu til, hvussu leingi trygdaravritið skal goymast. Støddin á tilfarinum hevur stóra ávirkan á, hvussu langa tíð tað tekur at endurskapa tilfarið. Harafturat hevur fjarstøðan millum staðið, har trygdaravritið liggur og staðið, har heimasíðan verður hýst, stóra ávirkan á tíðina at endurskapa tilfarið. Tað hevur tí týdning, at ein fyrst tekur støðu til RPO og RTO, áðrenn ein velur ta endaligu loysnina til trygdaravritan.

RPO (recovery point object) sigur nakað um títtleikan av trygdaravritunum, t.d. um trygdaravrit verður tikið hvønn tíma, dagliga ella vikuliga.

RTO (recovery time object) sigur nakað, hvussu leingi tað tekur at endurskapa eitt trygdaravrit. Miðilin, ið trygdaravritið er goymt á, tøknin og fjarstøða hava týdning í hesum sambandi.

Mannagongdir

Tá ið støða er tikin til RPO og RTO, kann, og eigur, ein at taka støðu til mannagongdina viðvíkjandi trygdaravritan. Her eigur støða at verða tikin til, um trygdaravrit skulu goymast á fleiri støðum, t.d. á kontórinum, hvør skal hava rættindi at umsita trygdaravritið og hvussu trygdaravrit verða endurskapt.

Vanliga verður mælt til, at trygdaravrit verða roynd av og á, t.d. árliga. Tað er hent at skriva hesi viðurskiftini niður, so øll kenna til viðurskiftini – eisini tey, ið koma eftir teg.

Miðlar

Miðilin, ið trygdaravritið verður goymt á, hevur stóran týdning fyri tíðina at endurskapa eitt trygdaravrit. Summir miðlar egna seg betur til langtíðargoymslu enn aðrir. Tá ið ein skal taka støðu til miðlar, verður ofta tosað um bond í mun til diskar. 

Ein kann eisini tosa um fjarskiftismiðlar, sum í flestu førum er internetið. Vanliga internetferðin á breiðbandshaldum í Føroyum er í hægsta lagi 100/20 mbps. Hetta svarar til, at downloadið (ferðin niður til tín) er 12,5 MB um sekundið.

Ein mynd í HD-góðsku er umleið 2,5 MB. Hetta merkir, at tú kanst heinta 5 myndir um sekundið við hægstu breiðbandsferðini í Føroyum. Men legg merki til, at uploadið (ferðin frá tær til internetið) er 20 mbps, ið svarar til 2,5 MB, ið hevur við sær, at tú kanst flyta eina mynd um sekundið. Hetta er vert at hava í huga, tá ein skal flyta trygdaravrit umvegis internetið.

Internetferðin hevur ávirkan á, hvussu leingi tað tekur at endurskapa tilfar. Við hægstu breiðbandsferð á 100/20 mbps, kanst tú heinta 5 myndir um sekundið og uploada eina mynd um sekundið.

100 mbps ~ 12,5 MB ~ 5 myndir um sekundið

Hvussu loysa vit uppgávuna?

Vit taka trygdaravrit av heimasíðunum dagliga. Trygdaravritið verður goymt í 30 dagar og síðani verður tað yvirskrivað. Trygdaravrit verða goymd á diskum á hýsingarumhvørvinum og tað tekur bert eina lítla løtu (nakrir minuttir) at endurskapa trygdaravrit.

Vit bjóða tær at taka trygdaravrit hvønn tíma, at goyma trygdaravritið í longri tíð ella at útlesa trygdaravritið, so tú eisini fært eitt eintak.

Heimasíðuhýsing

Fá heimasíðuhýsing frá Lunnar.

Ring 204020