Har snið og tøkni hittast

Vit menna og byggja talgildar loysnir, har tøkni og snið renna saman. Summi kalla okkum kt-fyritøku, summi siga designbureau. Tú kanst kalla okkum, hvat tú vilt. Kundarnir kalla okkum Lunnar
  • Betri
  • Blakross
  • BusinessLine
  • Effo
  • Eysturkommuna
  • Formula
  • Føroya Banki
  • Føroya Fimleikasamband
  • FøroyarLive
  • FSF
  • FT
  • Glasir
  • Groaqua
  • Havstovan
  • KJ
  • Nema
  • Økisnavn
  • SMJ
  • SMS
  • Smyrilline
  • Sprotin
  • SushiDaily
  • Trygd
  • Tutl
  • Umhvørvisstovan
  • Visit Tórshavn
  • Vónin
  • WaagBilar

Ein røð av talgildum loysnum

Appir
Føroyskar appir eru lutfalsliga fáar í tali. Hetta er eitt av okkara serøkjum. Umvegis okkara appir fáa tit beinleiðis samband við kundarnar, har ið appin verður fastur partur av samskiftinum tykkara millum. Tað serliga við okkara appum er, at tær kunnu knýtast saman við øðrum skipanum hjá tykkum. Allar appirnar kunnu nýtast á øllum pallum (iOS, Android og web).
Skipanir
Vit liva í eini talgildari tíð, har ið tað, sum áður tók tímar ella dagar, nú kann gerast upp á minuttir. Vit menna skraddaraseymaðar skipanir, sum automatisera arbeiðsgongdir og rakstur. Fyri tykkum merkir tað lættari umsiting og færri villur. Fyri kundan hjá tykkum merkir tað betri og meira samanhangandi tænasta.
Hýsing
Fyri okkum hevur trygd og støðufesti alt at siga, og tí bjóða vit álítandi hýsingarloysnir, sum eru sermentar til heimasíðuskipanina ‘WordPress’. Við hesum fáa vit bjóðað alskyns hentleikar: Dagligt backup í 30 dagar, live eftirlit, 5 GB av dátuplássi umframt mangt annað.
Heimasíður
Snið. Brúkarauppliving. Trygd. Skjótleiki. Ein góð heimasíða er, tá ið hesir ymisku tættirnir renna saman í eina størri heild. Vit hava ment yvir hundrað nútímans heimasíður, og vit fara altíð holistiskt til verka, so at heimasíðan endurspeglar tykkum og tykkara tørv.

Brúgvin millum tøkni og snið

Lunnar er ein hópur av forritarum og UX-serfrøðingum, sum byggja brýr millum tøkni og snið. Heimurin og gerandisdagurin gerst alsamt meira talgildur, men tað skal ikki verða tøknin, sum skapar okkum – ella forðar okkum. Vit í Lunnum skapa tøkniloysnir, sum eru til menniskju, og tað gera vit við at innhugsa menniskju í alla tilgongdina: Sniðið. Nýtslan. Upplivingin. Okkara lívssetningur er, at tøkni og snið hanga óloysiliga saman.
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan Heimasíða
2fyri1
2fyri1
2fyri1 App
Visit Tórshavn
Visit Tórshavn Heimasíða
Effo
Effo App
KJ
KJ Heimasíða
Bónus+
Bónus+
Bónus+ App
Smyrilline
Smyrilline
Smyrilline Heimasíða

Ger tað einfalt at umsita og krevja inn afturvendandi gjøld, so ítróttarfeløg, limafeløg, bløð, eigarafeløg, venjingarmiðstøðir og fyritøkur sleppa undan óneyðugari handfaring og missa færri inngjøld.

Boðberin

Ger tað lætt at samskifta skjótt og álítandi við røttu móttakararnar. Nærum øll SMS-boð verða lisin, og tí er Boðberin eitt sterkt samskiftisamboð, tá boð skulu sendast beinanvegin ella leggjast til rættis frammanundan.

Urd

Er ein logg-skipan, sum ger tað lætt at finna, skilja og skjalprógva, hvat er hent í eini skipan, samstundis sum dátuverndarlógin verður hildin. Urd hjálpir tær at fáa greiðu á hendingum, finna feilur skjótari og skjalprógva hendingar á ein tryggan og gjøgnumskygdan hátt.

Heimdal

Finnur brek og rakstrartrupulleikar, áðrenn teir gerast sjónligir hjá brúkarunum, við áhaldandi yvirvaking av heimasíðum, tænastum og øðrum skipanum. Við Heimdali fært tú skjótari boð um avbjóðingar og kanst tryggja ein støðugan og álítandi rakstur.

Lykilin

Ger innritan einfalda og trygga við at nýta Samleikan sum felags innritan til skipanir. Við Lyklinum sleppur brúkarin undan óneyðugum umvegum og nýtist ikki at minnast enn eitt brúkarnavn og loyniorð.

Skjót support

Okkara supporttænasta er altíð til reiðar at hjálpa. Skriva til okkara á tanasta@lunnar.fo, og vit svara tær innan tveir yrkadagar.